Lokka Táttur - Tyr
Risin og bóndin leikaðu leik
Risin vann og bóndin veik
Eg havi lúkað treytir mín
Nú vil eg hava sonin tín
Eg vil hava sonin frá tær
Uttan tú goymir hann fyri mær
Heitið á Óðan Æsakong
Tá man goymslan gerðast long
Hvat skal mær harpan undir míni hond
Vil ikki frægur fylgja mær á onnur lond
Eg vildi mín Hønir veri til
Undir míni hond
Vita hvussu goymslan ganga vil
Á onnur lond
Hoyr tú Hønir eg talið til tín
Undir míni hond
Tú skalt goyma sonin mín
Á onnur lond
Fyri eysan flugu svanir tveir
Undir míni hond
Niður hjá Hønir settust teir
Á onnur lond
Hønir biður nú vera svein
Undir míni hond
Mitt í knokki fjøður ein
Á onnur lond
Hvat skal mær harpan undir míni hond
Vil ikki frægur fylgja mær á onnur lond
Áður enn teir høvdu hálvtalað orð
Undir míni hond
Tá var Lokki inn fyri borð
Á onnur lond
Hvat skal mær harpan undir míni hond
Vil ikki frægur fylgja mær á onnur lond
Tú veitst einki av mínari neyð
Undir míni hond
Skrímslið ætlar mín sonar deyð
Á onnur lond
Hvat skal mær harpan undir míni hond
Vil ikki frægur fylgja mær á onnur lond
Lokki rør á ytsta klakk
Undir míni hond
So er í fornum frøði sagt
Á onnur lond
Hvat skal mær harpan undir míni hond
Vil ikki frægur fylgja mær á onnur lond
Her er ungi alvi tín
Undir míni hond
Nú er uppi goymslan mín
Á onnur lond
Hvat skal mær harpan undir míni hond
Vil ikki frægur fylgja mær á onnur lond